Upplýsingar um váttanir og tílíkt
Kommunalir stuðulsgrunnar
Fleiri kommunal starvsmannafeløg veita fíggjarligan stuðul í hesum sambandi. Ójavnt er, hvussu stóran stuðul grunnarnir veita.
Skattalætti
Til ber at søkja um skattalætta, tá ið farið verður í holt við slíka viðgerð. Ein serlig váttan verður fingin til vega. Váttanin verður send inn saman við sjálvuppgávuni.
Ferðaváttan
Tann íslendska Almannastovan rindar ein part av ferðaútreiðslunum fyri fólk av bygd. Bensinkvittanir og flogferðaseðlar verða løgd saman við umsóknini.
Sjúkrahotellið hjá Reyða Krossi
Bygdafólk kunnu gista á sjúkrahotellinum hjá Reyða Krossi. Skrivarin hjá ART Medica kann gera eina viðgerðarváttan í hesum sambandi.