Menn, sum hava fingið krabbamein, kunnu fáa fryst eitt ávíst tal av sáðkyknum. Tær verða goymdar upp til fimm ár, onkuntíð longur.
Tvey ár eftir krabbameinsviðgerðina, fær maðurin bjóðað fruktbæriskanning av nýggjum. Um sáðdygdin er komin í rættlag, er ikki neyðugt at goyma tær frystu sáðkyknurnar longur.




