Flýtileiðir um vef:

Frysting av gitnum eggum

Tá ið ov mikið er til av gitnum eggum, ber til at frysta tey, um hetta verður ynskt.
Sambært eini íslendskari tøknigitnaðarreglugerð frá 1997 kunnu gitin egg verða goynd fryst í mesta lagi í fimm ár. Goldið verður fyri frystingina, og á hvørjum ári verður eitt goymslugjald rindað á posthúsinum.

Ein viðgerð, har arbeitt verður við frystum, gitnum eggum, er nógv lættari enn glasgitnaður. Viðgjørt verður við heilivági, sproytum, nasapístri ella tablettum í fýra til seks vikur og skannað verður tvær til tríggjar ferðir, áðrenn tey gitnu eggini verða sett í lívmóðurina.

Um pør ynskja, at gitin egg skulu verða oyðiløgd, verður søkt um hetta skrivliga til ART Medica, og báðir partarnir skulu skriva undir umsóknina.


Leitarvél | Aftur í flýtileiðir

Ýmislegt | Aftur í flýtileiðir
Welcome to our website. Good success. Expert in infertility since 1991
Graphic