Egg kunnu verða latin við navni ella navnleyst eftir ynskjum frá tí, ið gevur eggini ella tekur við teimum. Tá ið ein kvinna letur egg frá sær, er hon við til at hjálpa einum pari, ið ikki hevði møguleika frammanundan at fáa eitt barn. Orsøkin til hetta kann eitt nú vera:
- kvinnan hevur mist eggrøturnar á ungum árum, t.d. vegna krabbamein, skurðviðgerð, heilivág ella stráluviðgerð.
- eitt prosent av øllum kvinnum koma til skiftisaldurin longu tá ið tær eru um fýrati, og í einstøkum førum kann arvalig sjúka verða førd millum kvinnu og barn.
- hjá onkrum kvinnum eru eggrøturnar ikki førar fyri at framleiða egg, ið hóska til glasgitnað.
Hvør kann lata egg?
Ein kvinna, ið letur egg til onnur, skal helst ikki vera eldri enn 35 ár og skal ikki vera berari av arvaligum sjúkum, kynssjúkum ella øðrum sjúkum, ið kunnu elva til trupulleikar hjá henni sjálvari ella kvinnuni, ið tekur við eggunum. Ein kvinna, ið letur egg, skal helst hava átt barn frammanundan.
Kvinnur, ið lata egg eru t.d.:
- sjálvbodnar kvinnur
- kvinnur, ið verða stervaðar
- ein skyldkona ella ein vinur
- kvinnur, ið verða viðgjørdar fyri barnloysi og hava fingið nógv egg til vega. Í tílíkum føri skal parið tó hava fingið barn/børn frammanundan.
Nærri upplýsingar um tað at lata egg og hvussu farið verður fram fáast hjá ART Medica Bæjarlind 12 Kópavogi tlf: +354 5258200.




